Vilja hava smærri og bíligari íbúðir

Vilja hava smærri og bíligari íbúðir
Okkurt um 2.500 fólk eru á bíðilistanum hjá Bústøðum, sum hevur 380 bústaðir til leigu og 146 í gerð
750 íbúðir eru bygdar í Føroyum seinastu 13 árini (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
27.10.2022 - 09:20

Alsamt størri eftirspurningur er eftir smærri og serliga bíligari íbúðum. Og bústaðartørvurin hjá føroyingum broytist gjøgnum lívið.

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Betri heimi.

5.449 fleiri fólk eru í Føroyum nú enn fyri 10 árum síðani. Samstundis eru 1.273 bústaðir bygdir sambært íbindingartølum hjá SEV.

94 prosent eru sethús, og bara fýra prosent eru íbúðir.

Men hetta broytist, tí 750 íbúðir eru bygdar í Føroyum seinastu 13 árini, sigur Betri heim. 

 

2.500 fólk á bíðilista

Okkurt um 2.500 fólk eru á bíðilistanum hjá Bústøðum, sum hevur 380 bústaðir til leigu og 146 í gerð. 

- Vit merkja stóran eftirspurning eftir íbúðum, serliga frá ungum og eldri viðskiftafólkum. 

Tey vilja hava minni bústað og størri fíggjarligt frælsi. 

Tá eldri fólk kunnu flyta í íbúð, verða sethúsini hjá teimum tøk hjá ungum familjum, sum spyrja eftir hesum bústaðarslagnum, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri heimi á heimasíðuni hjá Betri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928