Sofie Carsten Nielsen leggur frá sær

Sofie Carsten Nielsen leggur frá sær
Radikali flokkurin fekk eitt vánaligt fólkatingsval
Sofie Carsten Nielsen leggur frá sær sum politiskur leiðari í Radikala flokkinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.11.2022 - 14:23

Politiski leiðarin í Radikala flokkinum, Sofie Carsten Nielsen, leggur frá sær.

Tað hevur hon boðað frá á tíðindafundi fyri løtu síðani.

Radikali flokkurin noyddi Mette Frederiksen, forsætisráðharra, at skriva út fólkatingsval, men Radikali flokkurin fekk eitt sera vánaligt úrslit í gjár.

Hann tódnaði úr 16 tingsessum niður í sjey. 

Sofie Carsten Nielsen sigur, at valúrslitið vísir, at veljararnir hava ikki álit á sær. 

Hon sigur, at  hon hevur ábyrgdina av, at tað gekk so illa í valstríðnum hjá Radikala flokkinum, og at hon átekur sær ábyrgdina av vánaliga valúrslitinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846