BankNordik 111 millónir í avlopi í triðja ársfjórðingi

BankNordik 111 millónir í avlopi í triðja ársfjórðingi
Bankin væntar, at nettoúrslitið í ár verður 20 milliónir minni enn mett
Bankin sigur, at seinasta árið eru lánini til orkusparandi tiltøk ein triðing størri enn í fjør.
 
03.11.2022 - 08:25

BankNordik hevði 111 mió. kr. í avlopi eftir skatt í triðja ársfjórðingi.

Í fjør var úrslitið 194 milliónir, men tá stavaðu 83 milliónir frá søluni í Danmark.

Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 144 mió. kr. samanborið við 125 mió. kr. sama tíðarskeið í 2021.

Niðurskrivingar á útlánum vóru afturførdar fyri 43 mió. kr., í fjør var talið 36 mió. kr. 

Útlanini vuksu 400 milliónir krónur og innlánini 800 milliónir.

 

Størri realkredittlán

Realkredittlánini vóru 100 milliónir krónur størri í triðja ársfjórðingi í ár enn í triðja ársfjórðingi í fjør.

BankNordik væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 140 og 170 mió. kr.

Fyrr í ár var mett, at úrslitið fór at vera 20 milliónir krónur betri.

Bankin sigur, at seinasta árið eru lánini til orkusparandi tiltøk, so sum umlegging frá oljufýringum til varandi orkuskipanir, ein triðing størri.

Harumframt hevur bankin fíggjað meira enn tvífalt so nógvar elbilar sum í sama tíðarskeiði í fjør.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040