Ísland fordømir ES fyri revsitiltøkini

Ísland fordømir ES fyri revsitiltøkini
Hóast Ísland ikki góðtekur stóru føroysku sildakvotuna í ár, fordømir íslendska stjórnin revsitiltøkini hjá ES móti Føroyum
Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannesson, er illur um revsitiltøkini, sum ES hevur sett móti Føroyum.
 
21.08.2013 - 09:50

Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannesson, sigur við Morgunblaðið, at stjórnin hevur samstarv við landsstýrið um málið.

Fríggjadagin heitti íslendska stjórnin á ES um at taka aftur hóttanirnar móti Føroyum og Íslandi um handilsforðingar.

Mótmæltu harðliga

Í hvassorðaðu fráboðanini mótmælti íslendska stjórnin harðliga framferðarháttinum hjá ES. Íslendska stjórnin vísti á, eins og landsstýrið, at sambært altjóða lóg skulu lond leggja seg eftir at loysa trætur sínámillum á friðarligan hátt og ikki við hóttanum og atgerðum sum teimum hjá ES. Íslendska stjórnin heitti staðiliga á ES um at taka hóttanirnar aftur og halda tær skyldur, ES hevur bundið seg til sambært altjóða rætti.

Sett í gildi kortini

Men í gjár boðaði ES frá, at nú koma handilsforðingarnar móti sild og makreli úr Føroyum. Og ES er av álvara farið undir at fyrireika tiltøk móti makreli úr Íslandi.

Íslendski fiskimálaráðharrin sigur, at ein íslendskur-føroyskur arbeiðsbólkur kannar, hvørji stig, londini bæði kunnu taka móti ES.

Andsøgn

Sigurður Ingi Jóhannesson vísir á andsøgnina í tí, at samstundis sum ES játtar at samráðast við Ísland og Føroyar, hóttir ES londini við øllum illum. Hann sigur eisini, at nú ES loypir á Føroyar og seinni fer at seta tiltøk í verk móti Íslandi, eigur ES eisini at revsa Russland fyri at fiska ov nógvan makrel.

Russland hevur eisini ásett sær egna makrelkvotu, sum er størri enn Russland eigur sambært býtislyklinum hjá strandarlondunum.

Ongin fráboðan frá Noregi

Norska stjórnin hevur ikki enn kunngjørt, hvat hon fer at gera, nú ES-tiltøkini móti Føroyum koma í gildi um eina viku. ES og Norra standa saman móti Føroyum og Íslandi í makreltrætuni. Í sildatrætuni eru Føroyar einsamallar móti hinum strandarlondunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375