- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðrarnir stóðu rimmar fastir í rókini
Seyðirnir vóru upprunaliga sleptir út í Rygsvík, men eftir eina tíð mistu seyðamenninir veðrarnar burtur. Seinni vóru teir sæddur norðan fyri Barðið, sum er norðaliga í Vágum. Har stóðu seyðirnir rættliga niðaliga í eini rók í Búðum.
- Har er rættliga bratt. Eg var har seinast í 70unum, tá tað bar til at ganga har, men í dag nógv broytt, so er har næstan ikki farandi, fortelur Gutti Guttesen, sum er ein av teimum tilsamans fýra eigarunum.
Veðrarnir høvdu gingið seg fastar í eini rók (Mynd: Jens Jákup Hansen)
Teir tríggir brundseyðirnir høvdu gingið seg fastar, og hóast roynt var av sjónum at reka seyðirnar niðaná aftur, so fóru teir ongan veg.
Ringt er at koma til, har veðrarnir høvdu gingið seg fastar (Mynd: Jens Jàkup Hansen)
Mett varð, at veðrarnir høvdu staðið fastir í rókini í eini fimm ella seks vikur. Svørðurin var allur svartur, tí veðrarnir høvdu etið alt grasið. Veðrarnir vóru rak og illa fyri.
Svørurin var niðurslitin og veðrarnir vóru illani fyri (Mynd: Jens Jákup Hansen)
Mett var at tað var ikki heilt vandaleyst at fara í rókina eftir veðrunum, so Gutti ringdi eftir hjálp.
- Eg kom í tankar um fjallabjargararnar, og Jens Jákup Hansen var við upp á tað beinanvegin, sigur Gutti Guttesen.
Bratt er at ganga til rókina har veðrarnir stóðu fastir (Mynd: Jens Jákup Hansen)
Teir fóru norð aðrenn fyri at hyggja, hvussu tað sá út og fyri at leggja eina ætlan. Teir valdu ein góðan dag eftir hetta, og fýra fjallabjargarar og fýra staðkendir seyðamenn fóru norð eftir veðrunum.
Fyri trygdina máttu menn hava línu á sær (Video: Jens Jákup Hansen)
Kongar vórðu borðaðir í, og lína koyrd niður í rókina, og so sigu teir niður í rókina eftir veðrunum.
Niðri í rókini varð roynt at reka veðrarnar, so teir kundu takast (Mynd: Jens Jákup Hansen)
- Veðrarnir vóru púra róligir. Tann eini hevði kanska hug at leypa, men tá samanum kom, stillaðu teir seg allir við ein bøkk har, sigur Gutti Guttesen.
Veðrarnir sum høvdu gingið seg fastar (Mynd: Jens Jákup Hansen)
Har var rættliga bratt, so tann eini fjallabjargarin, Jens Jákup Hansen, var noyddur at síga í bergið og kasta línu um veðrarnar.
- Tað gekk sera væl, og so var bara at hála teir upp, sigur Gutti Guttesen. Hann er sera fegin um, at seyðirnir komu aftur, men teir vóru illa fyri og sera rak.
Jens Jákup roynir at fáa ein enda um veðrarnar (Mynd: Hallur Petersen)
Veðrarnir, ið vóru illani fyri og sera rak, komu heim í øllum góðum og teir vóru ikki flettir.
- Tað nyttar onki at hanga eitt veðrarkrov, við ongum feitti, í hjallin, sigur Gutti Guttesen.
Tað var helit norðuri í vágoynni at veðrarnir høvdu gingið seg fastar (Kelda: Jens Jákup Hansen)
Veðrarnir hava tað gott nú, teir verða gøddir upp og skulu brúkast aftur.
Samrøða við Gutta Guttesen í Góðan Morgun Føroyar
Gutti takkar fjallabjargarnum fyri gott arbeiðið. (Mynd: Jens Jákup Hansen)