Video: Til øll er fyri øll

Video: Til øll er fyri øll
Tað siga tey bæði Krista og Sámal Hanni Lognberg, ið annaðhvørt týskvøld hava andaliga sangløtu á netinum. 
 
10.11.2022 - 08:49

Tey bæði byrjaðu at senda beinleiðis á Facebook undir koronutíðini, tá ið tey sótu í sóttarhaldi í eini íbúð í Havn eftir at hava verið uttanlands.

- Tá kom tankin, at vit kundu geva fólki okkurt, nú tá tey sótu heima og ikki kundu fara út ella til arbeiðis, sigur Sámal Hanni.

Tey gjørdu eina Facebooksíðu, sum tey kallaðu Til øll – Fyri øll og settu seg so í eina sofu at syngja andaligar sangir. 

- Satt at siga var eg ógvuliga bangin fyri at seta meg í eina sofu og syngja beinleiðis fyri fólki og ikki vita, hvør hugdi ella sá, men eg hugsaði, at hetta var ein serlig tíð, har fólk kanska sótu í einsemi ella vóru óttafull, so eg mátti seta meg sjálva til síðis einaløtu.

Og tey raktu plett, tí rættiliga nógv fólk tóku undir við tænastuni og settu seg at hyggja at teimum báðum, meðan tey sungu andaligar sangir. 

 

TilOll_FyriOll_NET

 

- Hetta er ikki eitt møti, men ein løta við nógvum sangi, onkrari bøn og okkurt stutt talað orð eisini, sigur Sámal Hanni.

Tey bæði hoyra ikki til nakra ávísa samkomu, men gera hetta av sínum eintingum. 

- Eg elski handa tankan, ikki at vita hvør hyggur, tí tað er ikki tað, hetta snýr seg um, sigur Sámal Hanni.

- Tað snýr seg um at raka menniskju og geva teimum eina góða løtu, leggur hann afturat. 

 

1560621

Samrøða við Kristu og Sámal Hanna í morgunsendingini

 

Í dag senda Krista og Sámal Hanni Lognberg annaðhvørt týskvøld beinleiðis á Facebook úr hølunum í Skopun. 

Facobooksíðan eitur Til øll – Fyri Øll og tú kanst finna hana HER

 

Tey bæði syngja vanliga heima hjá sær sjálvum, men tá ið tey senda, er tað úr øðrum hølum í Skopun.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Leygardag 21. februar
Upp á tá - 200226
204584
Leygardag 21. februar
Vikan 21. februar 2026
204582
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483