- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-bannið: Virkini tøma goymslurnar
23.08.2013 - 16:52
Innlendis›Vinna
ES-bannið: Virkini tøma goymslurnar
Handilsbannið hjá ES verður sett í verk um 5 dagar, og tí hava virkini í Føroyum skund at fáa vørurnar inn á marknaðin innan evstamarkið 28. august.

Á Varðanum Pelagic á Tvøroyri kýta tey seg at avskipa vørur, sum skulu á ES-marknaðin, áðrenn handilsbannið kemur í gildi
Mynd: Savnsmynd
Arbeitt verður av øllum alvi at tøma frystigoymslurnar, áðrenn handilsforðingarnar verða settar í verk mikudagin, og ES steingir havnirnar fyri føroyskum fiskavørum.
Frystigoymslurmar hjá Christiani í Grótinum og Norðborg í Klaksvík verða tømdar. Og á Varðanum Pelagic á Tvøroyri kýta tey seg eisini at avskipa vørur, sum skulu á ES-marknaðin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














