Stefan Radosavljevic: Skuldi koma inn at skora

Stefan Radosavljevic: Skuldi koma inn at skora
Stefan Radosavljevic kom inn, sá og sigraði, tá hann við sínum fyrsta A-landsliðsmáli tryggjaði Føroyum javnleik í venjingardystinum ímóti Kosovo í Pristina
Hans Erik Danielsen/FSF
19.11.2022 - 22:25

Innskifti Stefan Radosavljevic var ísakaldur, tá hann brádliga gjørdist leysur ímóti málverjanum hjá Kosovo.

Hann dróg einaferð, og tá málverjin kastaði seg, lyfti miðvallarin bóltin upp um hann og í netið. 1-1 og Stefan Radosavljevic hevði fingið sítt fyrsta landsliðsmál í sínum øðrum dysti.

 - Eg segði við meg sjálvan, áðrenn eg kom inn, at eg skuldi royna at koma inn og skora, greiddi Stefan Radosavljevic frá.

 - Eg síggi, at Gilli (Rólantsson, red.) ger klárt til at smekka bóltin fram, og so royni eg bara at sleppa leysur harfrá. Bólturin kemur niður í jørðina, og so flýgur hann frameftir, og eg hugsi, at 'eg skal vera áðrenn hasin verjuleikarin', og tað kom eg, og so skoraði eg, segði Stefan Radosavljevic, sum illa fekk dult smílið.

Miðvallarin var væl nøgdur við avrikið hjá føroyska liðnum, sum reistist eftir laka dystin í Kekkia. Hann ætlar sær - eins og allir hinir nýggju, sum fingu kjansin á hesum túrinum - at halda fast um plássið í landsliðshópinum.

 - Sjálvandi, annars hevði eg ikki spælt fótbólt, staðfesti hann turt. Sum liður í menningini roynir tekniskt sterki miðvallarin at fáa sáttmála uttan fyri landoddarnar.

 - Væntandi fer tað at eydnast, og væntandi verði eg eisini á landsliðnum næsta ár, segði Stefan Radosavljevic, sum kortini ikki vil avdúka, hvat felag hevur víst áhuga.


Miðlarnir vildu sum vera man fegnir hava orðið á føroyska málskjúttan
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609