Video: Einglar til eldru borgararnar

Video: Einglar til eldru borgararnar
Øll fólk yvir 80 ár í Vágs kommunu fáa ein eingil frá UDB
 
30.11.2022 - 12:41

Hetta er sjeynda árið á rað, at øll í Vági, sum eru eldri enn 80 ár, fáa ein eingil, sum børnini í ungdómshúsinum UDB hava gjørt. 

- Hetta er bara ein fittur tanki til eldru borgararnar í Vági, greiðir Rakul Sumberg Dahl frá.

 

Einglar_Vagi

 

Yvir 80 einglar

Hon sigur at børnini hava tikið væl undir við hugskotinum og tey hava gjørt yvir 80 einglar. 64 eldri fólk í bygdini fara at fáa eina eingil, umfram tey á eldrasambýlinum. 

- Sløkkiliðið kemur við okkum at koyra einglarnar út, so tað verður eitt sindur øðrvísi í ár, fólk fara at síggja og hoyra okkum koma, greiðir hon frá.

 

Einglarnir sum børnini í Vági hava klipt (Mynd: Jens Jákup Hansen)

 

Fáa hugna afturfyri

Tey yngru børnini fáa eitt jólahald afturfyri og tey eldru verða boðin í eitt jólaborðhald, aftur fyri at tey hava verið so íðin at gjørt einglar. 

Tey eldru gleða seg og vit vita um fleiri sum bíða eftir, at vit koma aftur í ár, sigur Rakul Sumberg Dahl. 

 

1564928

Samrøða við Rakul Sumberg Dahl í Góðan Morgun Føroyar

 

Rakul Sumberg Dahl, varaleiðari í ungdómshúsinum UDB í Vági (Mynd: Jens Jákup Hansen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040