Løgtingsvalið í Kringvarpinum

Um KVF›Tíðindi
Løgtingsvalið í Kringvarpinum
Í morgin, 8. desember, er stóri valdagurin í Kringvarpinum. Longu frá morgunstundini verður fylgt neyvt við valinum í útvarpinum, sjónvarpinum og á kvf.fo
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07-12-2022

Valfepurin hækkar alsamt, og í morgin verður tað, løgtingsvalið. Seinastu vikurnar hevur valstríð herjað í Føroyum, og Kringvarpið hevur verið við allan vegin við fjølbroyttum tilfari um valstríðið á øllum pallum.

Valdagin leggja vit til brots frá morgunstundini í útvarpinum. Vanligu sendingarnar vera í valhami hendan dagin – Góðan Morgun Føroyar, Valfepur við Ljóara-redaktiónini frá kl. 13-18, og síðani eru Tróndur Vatnhamar og Kári Sólstein í "Tí ordiligu valsendingini" um kvøldið. “Tann ordiliga valsendingin” verður eisini stroymd á kvf.fo. Vit halda fram, til valúrslitið er greitt.

Kringvarpið verður somuleiðis til staðar við valtilfari á heimasíðuni allan dagin. Sum nakað nýtt ber til at fylgja við á einum sonevndum livebloggi á heimasíðuni. 

Fylg eisini við á vangum okkara á Facebook og Instagram. 

Valstudio í Norðurlandahúsinum

Sjónvarpið byrjar at senda kl. 19.00.

Í sjónvarpsstovuni í Sortudíki er John Johannessen vertur og viðger valúrslitini saman við Doris Bjarkhamar, stjórnmálafrøðingi, meðan Regin Reinert og Flóvin Eidesgaard gera forsagnir. 

Sum nakað nýtt hevur Kringvarpið eisini eitt valstudio í Norðurlandahúsinum, har umboð fyri politisku flokkarnar fara at halda til. Í Norðurlandahúsinum er Elin Winther Poulsen vertur og Jóannes Hansen viðmerkjari. 

Hyggjarin verður ikki snýttur fyri innsløgum kring landið. Vit vera til staðar í Høllini á Hálsi, Klaksvík, Eysturoynni, Vágunum og Suðuroynni.

Valkvøldið endar við forfólkaumfari, tá ið valúrslitið fyriliggur.

Valsendingin í sjónvarpinum verður beinleiðis teknmálstulkað á stroyminum.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083

Um kvf css