Eysturkommuna: Eldraøkið eigur at verða lagt út nú

27.08.2013 - 15:00
Innlendis›Politikkur
Eysturkommuna: Eldraøkið eigur at verða lagt út nú
Tað er skeivt at býta landið sundur í seks øki, áðrenn økið verður lagt til kommunurnar, sigur borgarstjórin
Borgarstjórin í Eysturkommunu heldur, at landsstýrið ger trupulleikan størri enn hann er

Tað er harmiligt, at kommunurnar ikki fáa eldraøkið tann 1. januar, sum annars var ætlanin.

Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, nú landsstýriskvinnan í almannamálum hevur boðað frá, at eldraøkið ikki verður lagt til kommunurnar 1. januar.

Borgarstjórin í Eysturkommunu heldur, at landsstýrið ger trupulleikan størri enn hann er. Og hann heldur tað vera skeivt at skipa landið i í seks øki, áðrenn tað verður lagt til kommunurnar. Tí hetta eiga kommunurnar sjálvar at loysa.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129