Fleiri útihýst frá Twitter

Fleiri útihýst frá Twitter
Fleiri kendir amerikanskir journalistar hava fingið stongt sína Twitter-konto.
Síðani Elon Musk keypti Twitter, hevur hann millum annað blakað helvtina av starvsfólkunum til hús, og nú hava fleiri journalistar fingið sínar Twitter-kontur stongdar
Mynd: Dado Ruvic/Reuters  
 
17.12.2022 - 13:39

New York Times skrivar, at millum hesi er Ryan Mac, sum arbeiðir hjá New York Times, og Drew Harwell frá Washington Post.

Journalistarnir hava ikki fingið nakra útgreinaða frágreiðing um, hví teirra Twitter-konto er stongd. Sagt verður bara, at teir hava brotið reglurnar fyri at vera á sosiala miðlinum.

Elon Musk skrivar á sínum Twitter, at reglurnar á Twitter eru galdandi fyri øll – eisini journalistar.

Blakað starvsfólk til hús
Síðani Elon Musk keypti Twitter, er hent eitt sindur av hvørjum.

Hann hevur millum annað blakað helvtina av starvsfólkunum til hús og lovað Donaldi Trump innaftur á sína konto, sum annars hevði verið stongd síðani álopið á Capitol Hill.

Mikudagin mistu 25 fólk, sum fáast við at siga almenninginum frá, hvar privatflogfør ferðast í heiminum, sína atgongd til Twitter.

Talan er um privat marglætisflogfør hjá fleiri milliardingum – millum annað hjá Elon Musk sjálvum.

ES ræðist Twitter-sensur
Tað fellur ikki í góða jørð í frælsa heiminum, at Twitter nú er farið undir at sensurera so hart. 

Millum annað sigur Vera Jourova, sum er ES-ráðharri fyri virðir og gjøgnumskygni, at nýggjastu átøkini hjá Twitter eru ræðandi. 

Hon vísir í einum boðum á júst Twiter á, at nýggjar reglur fyri sosialar miðlar koma í gildi í ES komandi ár.

Við nýggju reglunum verður lættari hjá ES at revsa fyritøkur, sum millum annað ikki liva upp til tey frælsiskrøv, sum ES krevur – eitt nú, tá talan er um sensur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. februar
Morgunlestur fríggjadagur 27.februar 2026
204599
Hósdag 26. februar
RagnarRokk 26.februar 2026
203954
Hósdag 26. februar
RagnarRokk: Zac Tell um Before We All Die
203953
Hósdag 26. februar
Kvørnin: "ÓJÓ", Tunghoyrt
204901
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811
Hósdag 26. februar
Emma: Kvøða til pinkubarnið
204813
Hósdag 26. februar
Jóhanna: Trúgv
204814
Hósdag 26. februar
Sophilia: Føroyingar
204816