Framvegis hált um alt landið

17.12.2022 - 18:13
Innlendis
Framvegis hált um alt landið
Á Sandoynni er ikki koyrandi til Skarvanes, og heldur ikki er koyrandi til Gásadals, Norðadals, Tjørnuvíkar, oman til bygdina í Funningi og til Gjáar.
Vegirnir eru hálir alt landið og nógvastaðni er kavin nógvur, sum her á vegnum oman til Skálavíkar
Mynd: Martin Kúrberg  

– Tað er hvítt og hált, og vit hava rættiliga stórar avbjóðingar í kavanum, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, ið ikki veit um so nógvan kava í fleiri áratíggju.

– Eg kann nevna, at allan vegin til Elduvíkar er kavin eina manshædd, og har sum tað er ringast, má kavablásari til, tí tað tekur ov langa tíð at rudda kavan við skuffu, sum tær stóru maskinurnar hava.

Hann sigur, at á Sandoynni er ikki koyrandi til Skarvanes, og heldur ikki er koyrandi til Gásadals, Norðadals, Tjørnuvíkar, oman til bygdina í Funningi og til Gjáar.

– Tað er trupult at rudda vegirnar til tær bygdir, sum enn eru avbyrgdar, men maskinurnar grava til klokkan 21, og fara so í gongd aftur í morginári, sigur Árni Jacobsen.

Landsverk kunnar og dagførir alla tíðina á heimasíðu síni, lv.fo.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373