Nýggjársbál krevja loyvi

Nýggjársbál krevja loyvi
Umhvørvisstovan hevur sent áminning út til teirra, sum ætla at halda nýggjársbal. Tì nýggjársball krevja loyvi frá kommununi.
 
30.12.2022 - 08:49

Tey, sum ætla at brenna bál í annaðkvøld, mugu biðja um loyvi frá kommununi, sigur Umhvørvisstovan.

Hon sigur, at bara er loyvt at brenna óviðgjørdan við og annað, sum ikki dálkar og er ætlað sum brenni, eitt nú træplattar, trækassar og greinar.

Tá bálið er slóknað, er umráðandi at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina.

Endamálið við at brenna bál má ongantíð vera at sleppa sær av við stórar nøgdir av burturkasti, sigur Umhvørvisstovan.

Um bál elva til ampa, hevur kommunustýrið ábyrgdina av, at bálið verður sløkt og, at leivdirnar verða koyrdar á kommunalu burturkastskipanina.

Les meira og finn hentar leinkjur her.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744