Føroyska skuldin minkaði í fjør

Føroyska skuldin minkaði í fjør
Føroyska EGS-skuldin var 30 prosent av BTÚ, bruttotjóðarúrtøkuni, í 2022, fýra prosentstig minni enn árið fyri 
Bruttoskuldin í 2021.
Mynd: Landsbankin.  
 
01.01.2023 - 11:00

Føroyska EGS-skuldin var 30 prosent av BTÚ, bruttotjóðarúrtøkuni, í 2022. 

Við ársenda 2021 var føroyska EGS-skuldin mett at vera 34 prosent av BTÚ.

At hon var minni í fjør, kemst serliga av stóra vøkstrinum í BTÚ í 2022.

Men landskassin rindaði eisini 200 mió. kr. av skuldini í fjør.

EGS stendur fyri Evropeiska gjaldoyra samstarvið.

EGS-skuld er ein háttur at rokna almenna bruttoskuld, sum ger tað møguligt at samanbera skuldarstøðið tvørturum lond. 

Føroyar hava nøkunlunda somu skuld sum grannalondini og nógv minni enn londini í Evropa. 

Havandi í huga, at føroyski búskapurin er ein pinkubúskapur og sveiggjar nógv, er umráðandi, at skuldin ikki er ov stór, sigur Landsbankin í frágreiðing sínari um fíggjarliga støðufestið í triðja ársfjórðingi 2022. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979