Dátueftirlitið meldað fyritøku

Dátueftirlitið meldað fyritøku
Í august í fjør gjørdist Dátueftirlitið varugt við, at ein fyritøka savnaði og goymdi persónsupplýsingar uttan neyðuga heimild
Dátueftirlitið sigur, at fyritøkan livdi ikki upp til treytirnar í løgtingslógini um dátuvernd.
 
02.01.2023 - 10:09

Dátueftirlitið hevur meldað eina fyritøku fyri brot á dátuverndarlógina.

Tað hevur heitt á løgregluna um at skuldseta eina fyritøku.

Kravið er 100.000 kr. í sekt. Støddin er ásett sambært tí, sum Datatilsynet í Danmark brúkar.

 

Goymdi persónsupplýsingar

Í august í fjør gjørdist Dátueftirlitið varugt við, at ein fyritøka savnaði og goymdi persónsupplýsingar uttan neyðuga heimild, og uttan at veita teimum skrásettu nøktandi kunning.

Fyritøkan bjóðaði veitarum at lýsa á heimasíðuni hjá fyritøkuni. 

Tey skrásettu kundu so seta seg í samband við hesar veitarar gjøgnum heimasíðuna hjá fyritøkuni. 

Men tá hetta var gjørt, var skipanin hjá fyritøkuni sett at savna inn og goyma upplýsingar um tey skrásettu. 

Talan var um upplýsingar, sum annars bara vóru ætlaðar viðkomandi veitara. 

 

Tvær ymiskar skipanir

Hetta varð gjørt, uttan at fyritøkan hevði fingið samtykki frá teimum skrásettu, og uttan at fyritøkan á nøktandi hátt kunnaði tey skrásettu um, hvat fór fram, sigur Dátueftirlitið.

Undir viðgerðini gjørdist greitt, at fyritøkan hevði tvær ymiskar skipanir til sama endamál.

Báðar skipanir vóru stillaðar at goyma persónsupplýsingar, sum bara vóru ætlaðar til tann veitara, sum tann skrásetti setti seg í samband við. 

Dátueftirlitið metti, at í einum tíðarskeiði, sum var okkurt um hálvur annar mánaður, hevði onnur skipanin í 16 førum ólógliga savnað inn persónupplýsingar.

 

Helt seg hava samtykki

Fyritøkan sjálv metti seg hava fingið samtykki, tí tey skrásettu sjálv høvdu tøppað upplýsingarnar inn í skipanina. 

Fyritøkan metti seg eisini hava givið teimum skrásettu kunning, tí í skipanini stóð ein stuttur tekstur um, at eitt avrit av boðunum varð sent til fyritøkuna. 

Men sambært dátuverndarlógini eru ávísar treytir til eitt samtykki og til kunningina til tann skrásetta. Í hvørgum av førunum livdi fyritøkan upp til treytirnar í løgtingslógini um dátuvernd, sigur Dátueftirlitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Hósdag 23. januar
Morgunlestur hósdagur 23. januar 2025
186426
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519