Kend Youtube-rás um mat vitjar í Føroyum

Kend Youtube-rás um mat vitjar í Føroyum
Føroyar og føroyskur matur eru á breddanum hjá kendu Youtube-rásini, "Best Ever Food Review Show", ið hevur yvir níggju milliónir haldarar. Hyggjaratølini eru longu høg
Verturin í "Best Ever Food Review Show", Sonny, er her úti og fiskar hummarar við Elmari
Mynd: Best Ever Food Review Show  
 
09.01.2023 - 14:46

Kenda Youtube-rásin "Best Ever Food Review Show" hevur verið í Føroyum og gjørt sendingar um føroyskan mat og matgerð. 

Hetta er fyrstu ferð at Youtube-rásin er í Evropa og ger sendingar, og teir valdu altso Føroyar sum fyrsta ferðamálið. 

Talan er um eina sera væl umtókta Youtube-rás, ið hevur yvir 9,53 milliónir subscribers, sum tað eitur á Youtube-málið. Haldarar er nokk rætta føroyska orðið.

 

Góð lýsing av Føroyum

9,53 milliónir haldarar er nógv á Youtube, og tað sæst eisini aftur á hyggjaratølunum hjá fyrsta partinum um Føroyaferðina hjá Sonny, sum verturin á "Best Ever Food Review Show". 

Bara ein dag eftir, at fyrsti parturin av Føroyaferðini, ið eitur "European Lobster Trapping!! Seafood Gold in the Atlantic!!", varð lagdur upp á Youtube, so hava 655.000 fólk hugt eftir fyrsta partinum. 

Viðmerkingarnar, ið fyrsti parturin fær á Youtube, eru eisini sera jaligar. 

Mindy's Mom skrivar:

"Amazing from start-to-finish!  What an absolutely stunning location!  Sonny and team, I love how you always begin with breakfast, then move throughout the day.  Everything is absolutely perfect!  I love the drone shots, I love the music, I love Sonny’s comedic side, I love the people of Faroe Islands, and I love the food!  Great job!  I cannot wait for the next video to drop!  ❤"

Í hesum fyrsta partinum verður farið út at fiska hummarar, kavað eftir skeljadjórum og etið á matstovuni Roks í Havn.

Tosað verður eisini við Jens Ivan í Gerðinum frá Búnaðarstovuni um føroyska matmentan. 

 

Einfalt hugskot

Hugskotið aftanfyri "Best Ever Food Review Show"-rásini er einfalt.

Verturin Sonny, ið er úr USA, men búsitandi í Vietnam, ferðast til fjarskotin lond fyri at kanna og ummæla sjáldsama matin og mentanina á staðnum.

Einki er ov sjáldsamt ella óvanligt hjá Sonny, heldur ikki ræst og turt kjøt, grind og fuglur, sum hann fer at royna í seinni pørtum av Føroyaferðini. 

Og Sonny er heldur ikki bangin fyri at vísa, hvussu maturin verður fingin til høldar og hagreiddur. 

 

Síggj fyrsta partin "European Lobster Trapping!! Seafood Gold in the Atlantic!!" her niðanfyri. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. apríl
LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir)
206883
Fríggjadag 10. apríl
RagnarRokk: John Macko um Zero-Point Machine
206871
Fríggjadag 10. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Ronja
206862
Fríggjadag 10. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 10.apríl 2026
206585
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842