Bygnaðarbroytingar á Glasi

Bygnaðarbroytingar á Glasi
Størvini sum útbúgvingarstjóri verða niðurløgd, og útbúgvingarstjórin fyri yrkisnám skal verða vararektari
Ætlanin er at gera bygnaðarbroytingar á Glasi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.01.2023 - 12:20

Bygnaðarbroytingar skulu gerast á Glasi.

Tað ætlar Una Joensen, rektari.

Í skrivi til starvsfólkini á Glasi, sigur rektarin, at verandi bygnaður og ábyrgdarbýti elvir til ov tungar og ógreiðar arbeiðsgongdir, har leiðslan kanska er ov langt frá dagliga rakstrinum og harvið kjarnuppgávunum.

 

Una Joensen er rektari á Glasi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Niðurleggja stjórastørv

Ætlaðu bygnaðarbroytingarnar merkja sambært skrivinum frá rektaranum, at størvini sum útbúgvingarstjórar verða niðurløgd.

Una Joensen, rektari, vil ikki gera samrøðu um ætlaðu broytingarnar í dag, men sambært skrivinum, er ætlanin, at rektarin sjálv fær ábyrgdina av gymnasialum miðnámi aftrat høvuðsábyrgd av skúlanum. Eisini er ætlanin, at útbúgvingarstjórin fyri yrkisnám skal vera vararektari, og starvsheitið broytast samsvarandi.

Við broytingunum verður ábyrgdar- og uppgávubýtið í leiðsluni geiðari og einfaldari, sigur rektarin í skrivinum, umframt at leiðslan kemur tættari at kjarnuuppgávuni.

 

Hugsa um ein skúla

Una Joensen leggur aftrat, at nú nøkur ár eftir samanleggingina av skúlununum, og eftir at Glasir hevur verið í nýggja bygninginum í fýra ár, heldur hon, at vit kunnu siga, at arbeiðsgongdir, hugburður, samstarv, vanar v.m. eru broytt soleiðis, at starvsfólkini í dag hugsa meira nátúrliga um Glasir sum "ein skúla" heldur enn tríggjar ymiskar skúlar. 

Føroya studentaskúli og HF-skeið, Tekniski skúli í Havn og Føroya Handilsskúli løgdu saman í 2015 og fluttu í Glasir í 2017.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740