775 søktu um at fáa oljuískoyti

775 søktu um at fáa oljuískoyti
Tá freistin at søkja um at fáa oljuískoyti gekk út 1. desember, hevði Almannaverkið fingið 775 umsóknir um oljuískoyti. 387 fingu játtandi svar
387 fólk ella húski, ið søktu um at fáa ískoyti til at gjalda oljuna, fingu játtandi svar
Mynd: Savnsmynd  
 
18.01.2023 - 10:41

Almannaverkið fekk 775 umsóknir um oljuískoyti.

387 hava fingið ískoyti.

310 fingu ikki, tí allar treytir vóru ikki loknar.

78 umsóknir eru ikki liðugt viðgjørdar.

Freistin at søkja var 1.desember.

 

3,87 mió. kr. latnar

Inntøkan hjá umsøkjara avger, um oljuískoyti, sum er 10.000 kr, verður latið. 

Tey 387, sum hava fingið oljuískoyti, hava tí fingið tilsamans 3,87 mió. kr. 

Tá lógin um oljuískoyti var í løgtinginum, var mett at millum 250 og 300 familjur fóru at fáa ískoytið.

Í eykajáttanarlóg í oktober í fjør var játtanin til familjuískoyti hækkað seks milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342