Ákærdur fyri at koyra á gás við vilja

Ákærdur fyri at koyra á gás við vilja
Tveir dreingir eru ákærdir fyri brot á djóraverndarlógina, ferðslulógina og revsilógina
Ákæruvaldið krevur, at bilførarin missir koyrikortið treytaleyst.
 
23.01.2023 - 08:31

Tveir 19 ára gamlir dreingir eru ákærdir fyri brot á djóraverndarlógina, ferðslulógina og revsilógina, tí annar teirra koyrdi við vilja á eina gás á gongubreytini, so gásin doyði. Ein onnur gás slapp undan bilinum.

Hin drongurin filmaði hendingina við fartelefonini.

Hetta var á Sundsvegnum í Havn á summarmála í fjør.

Ákæruvaldið krevur, at bilførarin missir koyrikortið treytaleyst. Tað krevur eisini, at hvørgin teirra ákærdu sleppur at fáast við djór í eina tíð, sum rætturin ásetur.

 

Eisini harðskapur

Fyrivarni verður tikið um endurgjaldskrav.

Teir báðir eru eisini ákærdir saman við tveimum øðrum dreingjum fyri harðskap, tí teir skulu hava felt ein mann í miðbýnum í Havn sunnunáttina 24. apríl 2022.

Tann álopni langaði nakkan í vegin.

Eisini her er fyrivarni tikið um endurgjaldskrav.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563