Biden ætlar at stilla uppaftur

Biden ætlar at stilla uppaftur
Næstu vikurnar fer forsetin at skipa fyri innsavningarnátturða fyri ríkar gevarar
Joe Biden fer væntandi at stilla uppaftur til forsetavalið í 2024.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.01.2023 - 15:24

Tíðindastovan Reuters skrivar, at amerikanski forsetin, Joe Biden, næstu vikurnar fer at skipa fleiri innsavningarnátturðum fyri ríkar gevarar.

Hetta er partur av ætlanini hjá honum í sambandi við forsetavalið í 2024, sigar keldur við Reuters.

Í næstu viku fer Biden saman við landsfelagnum hjá Demokratunum at skipa fyri innsavningarnátturða í New York og Philadelphia.

Higartil hevur bara Donald Trump boðað frá, at hann stillar upp til forsetavalið í 2024, men sambært Reuters, stillar Biden væntandi eisini upp.

Og tað fer hann helst at boða frá eftir "State of the Union"-røðuna, su hann heldur 7. februar, skrivar Reuters.

Biden er 80 ára gamal og Trump 76.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974