Nýtt missiónhús í Rituvík

29.01.2023 - 14:59
Innlendis
Nýtt missiónhús í Rituvík
Í dag er høgtíðsdagur í Rituvík, tí seinnapartin verður nýggja missiónshúsið í bygdini vígt.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Nýggja missiónshúsið í Rituvík
Mynd: Torleif Johannesen  

Tað verður Símun Persson Jacobsen, prestur og formaður í Heimamissiónini, sum fer at víga missiónshúsið klokkan 16, og sjálv vígslan tekur um ein tíma.

Eftir tað fara Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, og Hjalmar Hansen, formaður í stýrinum fyri missiónshúsið, eisini at nøkur orð, og Manskórið í Rituvík og Taborkórið fara at syngja.

Gamla missiónshúsið, sum var frá 1935, varð tikið niður í 2017, og síðani er nýggja húsið bygt á sama stað, har tað gamla stóð, men millum annað við meira enn tvær ferðir so stórari gólvvídd.

Hesi árini, meðan einki hús hevur verið, hevur virksemið hjá heimamissiónini í Rituvík verið í frítíðarskúlanum og annars í kirkjuni, tá ið størri tiltøk hava verið.

Vit hava tosað við Hjalmar Hansen um, hví neyðugt var at byggja nýtt og hvørjar møguleikar nýggja húsið gevur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. mai
Morgunlestur fríggjadagur 30.mai 2025
192276
Hósdag 29. mai
RagnarRokk 29.mai 2025
191805
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192550
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469