Verjir psykiatrilógin veruliga?

29.01.2023 - 15:00
InnlendisPolitikkur
Verjir psykiatrilógin veruliga?
Spurningin setur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, nú psykiatrilógin skal broytast
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Føroyar hava enn einki talsfólk ella brekumboð, ið hevur skipað eftirlit við brekrættindum. Millum annað tað vísir MEGD á í hoyringssvari til landsstýrið, sum ummælir nýggja ríkislógartilmælið til lógarbroytingar í sambandi við noyðslu í psykiatriini.

- Hvussu kunnu vit vita, um lógin veruliga verjir, tá ið einki óheft eftirlit er, ella um rættindi hjá sjúklingum í psykiatriini eru rímilig og umboða livikor hjá borgarum, spyr MEGD í hoyringssvarinum.

MEGD fegnast um, at myndugleikarnir ynskja at betra rættindini hjá sjúklingum, sum eru innskrivaðir á Psykiatriska Deplinum, men vísir samstundis á, at fleiri atlit mugu takast í álvara, um hetta endamálið skal røkkast.

- Broytingarnar í psykiatrilógini eiga at gerast eftir eini skipaðari tilgongd saman við sivilsamfelagnum, so rættindi eftir lógini við vissu kunnu gagnnýtast á rímiligan og fullgóðan hátt í føroyskum høpi, sigur MEGD.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491