Gullak Madsen gevst í uppsjóvarvinnuni

Gullak Madsen gevst í uppsjóvarvinnuni
Skip og kvotur eru seld øðrum føroyingum, sum eisini eru í Hirtshals
Ruth er eitt av uppsjóvarskipunum, sum Gullak Madsen hevur átt, og sum nú fer á aðrar hendur.
Mynd: Fiskerforum.dk  
 
01.02.2023 - 08:57

Føroyingurin Gullak Madsen gevst nú í donsku uppsjóvarvinnuni. Eitt virksemi, sum hann byrjaði í 1988, og nú, 35 ár seinni, hevur føroyingurin selt skip og kvotur.

Hetta skrivar Portal.fo.

Virksemið fer tó ikki langt, tí tað verða framvegis føroyingar í Hirtshals, sum fara at eiga skip og kvotur.

Talan er um reiðaríini Beinur og Asbjørn, sum ávikavist familjan Tindskarð og familjan Magnussen í Hirtshals eiga.

Sum skilst,  verður Ruth nýggi Asbjørn, meðan kvoturnar verða býttar millum bæði reiðaríini, sum hava keypt virksemið hjá Gullaki Madsen. Hvussu nógv, Gullak hevur selt virksemið fyri, veit Portal.fo ikki.

 

Gullak Madsen gevst nú eftir 35 ár í donsku uppsjóvarvinnuni. 

 

Fegnast um søluna

Við heimasíðuna Fiskerforum.dk sigur Gullak Madsen seg fegnast um, at reiðaríið Ruth nú er selt til góð fólk í Hirtshals.

"Men tað er eingin loyna, at eg helst hevði sæð næsta ættarlið fáa møguleikan at reka reiðaríið víðari. Eg havi tríggjar fantastiskar døtur, sum hava allar førleikar og viljan til at reka fyritøkuna víðari. Men tær eru ikki fiskarar á dekkinum, sum er eitt av krøvunum fyri at gerast eigari av einum fiskifari í Danmark," sigur Gullak Madsen við Fiskerforum.dk, og hann heldur fram:

"Tað er reelt eingin møguleiki hjá kvinnum at etablera seg í donskum fiskiskapi ella at reka eina familjufyritøku sum okkara víðari. Tað er spell, at vit í Danmark í 2023 ikki hava fortreytirnar, sum draga tey, sum duga og hava hug til fiskiskap, til sín. Vit diskriminera tey, sum kanska ikki hava fysikkin til at standa á einum skipsdekki," sigur Gullak Madsen við Fiskerforum.dk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595