Kravboð um at gjøgnumganga allar KT-skipanir

Kravboð um at gjøgnumganga allar KT-skipanir
Dátueftirlitið hevur givið almennum stovni álvarsliga átalu
Dátueftirlitið metti, at talan var um sera álvarsligt trygdarbrot.
 
06.02.2023 - 10:57

Í september 2022 fekk Dátueftirlitið eina fráboðan um eitt álvarsligt trygdarbrot hjá einum almennum stovni. 

Hetta var í sambandi við dagføring av eini KT-skipan hjá stovninum.

Dátueftirlitið kom til ta niðurstøðu, at stovnurin hevði brotið eina grein í dátuverndarlógini, tí stovnurin hevði ikki viðgjørt persónupplýsingarnar á ein hátt, sum tryggjar nøktandi trygd av persónupplýsingum. 

 

Viðkvæmar upplýsingar

Av tí at talan var um eina KT-skipan við persónupplýsingum um allar borgarar í Føroyum, harav ein partur er viðkvæmar upplýsingar, og tí sera nógv óviðkomandi høvdu havt atgongd í eitt langt tíðarskeið, metti Dátueftirlitið, at talan var um eitt sera álvarsligt trygdarbrot.

Stovnurin fekk tí álvarsliga átalu og kravboð um at gjøgnumganga allar sínar KT-skipanir fyri at tryggja, at hesar vóru settar rætt upp, hvat atgongdarstýring viðvíkur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065