Samráðingar skulu ikki bíða eftir styttri arbeiðsviku

Samráðingar skulu ikki bíða eftir styttri arbeiðsviku
Lønarsamráðingar og styttri arbeiðsvika eru hvør sitt mál, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum
Ingilín D. Strøm er landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.02.2023 - 12:20

Sáttmálasamráðingarnar millum lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum skulu ikki bíða eftir styttu arbeiðsvikuni, sum landsstýrið hevur ætlanir um. 

Tað sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, sum varðar av arbeiðsmarknaðarmálum. 

Tað er ikki ætlanin, at málið um styttri arbeiðsviku skal vera partur av lønarsamráðingunum, sigur hon.

Samráðingar verða við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um ein leist at stytta arbeiðsvikuna, og lógaruppskotið verður væntandi klárt í summar, sigur Ingilín D. Strøm.

Seks fakfeløg vóru byrjað at samráðast, tá ið løgtingsval varð útskrivað í november. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

06022023_Ingilin_um_sattmalasamradingar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037