1.000 færri løntakarar í januar enn í desember

1.000 færri løntakarar í januar enn í desember
Í januar vóru 3,6 prosent av løntakarunum úr øðrum londum enn teimum í Evropa
Í januar vóru 27.308 løntakarar í Føroyum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
14.02.2023 - 08:39

Í januar vóru 27.308 løntakarar í Føroyum, 13.829 menn og 13.479 kvinnur, skrivar Hagstovan.

Í desember vóru 1000 fleiri.

Men vanligt er, at fleiri løntakarar eru í desember enn í januar. Í januar í fjør vóru løntakararnir 26.817. Teir vóru 28.071 í desember 2021.

 

Nógvir útlendingar

Nógvir útlendingar arbeiða í Føroyum.

Í januar vóru 3,6 prosent av løntakarunum úr øðrum londum enn teimum í Evropa.

93,6 prosent av løntakarunum vóru danskir ríkisborgarar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928