Á Breddanum: El-bilar og søluvinningur

Á Breddanum: El-bilar og søluvinningur
Í sendingini verður spurt, hvar peningurin, sum landið endurrindar fyri fyri bilarnar, endar. Umboð fyri samgongu og andstøðu vera í útvarpsstovuni
El-bilar, mvg og søluvinningur er evnið í Breddanum í dag.
 
14.02.2023 - 09:16

Rinda vit rættan prís, tá ið vit keypa el-bil ella hybrid-bil?

Í fleiri ár hevur landið endurrindað meirvirðisgjaldið fyri at stimbra undir grønu kósina, so at fólk skulu velja el-bil í staðin fyri bensin- ella dieselbil.

Men nú hevur spurningurin tikið seg upp, hvar peningurin, sum landið endurrindar, endar. Er tað hjá grøna brúkaranum, ella er tað hjá bilasøluni, sum hækkar prísin?

Politikarar úr samgongu og andstøðu kjakast um grønu leiðina við el-bilum, og hvar vinningurin endar.

Eyðgunn Samuelsen, Eirikur í Jákupsstovu, Magnus Rasmussen og Steffan Klein Poulsen vera í útvarpsstovuni. 

Breddin klokkan 10 í útvarpinum. Sendingin verður eisini stroymd á heimasíðuni, kvf.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360