Hildið verður fram at sløkkja gomlu, analogu sjónvarpssendararnar. Í staðin sæst sjónvarpið talgilt (digitalt) á sendinetinum hjá Televarpinum.
Vegleiðing, hvussu anntennan skal venda, soleiðis at hon fær fatur á talgilda sendaranum, sæst á heimasíðuni hjá Televarpinum her: http://tv.fo/page/sendistodir/
Býrt tú í einum øki, har skift verður, hav so vinarligast í huga, at tú fært tað besta signalið um sjónvarpsantennan hjá tær peikar móti sendaranum, har tú fært signal frá.
Sí eisini »Spurningar og svar«
Hesi støðini fáa talgilt (digitalt) signal í 2015:
● 14. apríl varð analogi sendarin, ið dekkar Æðuvík, sløktur
● 19. mai verða analogu sendararnir á Støðlafjalli og Argjum sløktir
● 15. juni verður høvuðssendarin á Húsareyni sløktur