Spurningar og svar

Spurningar og svar

Má eg skifta sjónvarpið út? Má eg keypa nýggja antennu? Fá svar uppá tínar spurningar her

Hvat skal eg gera um eg onki síggi? 
Fyrsta fortreytin - at móttaka sjónvarpið, eftir at sendinetið er talgilt - er, at tú hevur ein talgildan móttakara. Hesin kann annaðhvørt vera innbygdur í sjónvarpið ella í einari leysari móttøkuboks.

Øll í Føroyum kunnu móttaka Kringvarpið - eisini tey, ið bert hava eitt sjónvarp uttan eyka útgerð íbundna.

Hvussu veit eg um eg síggi Kringvarpið tá skift verður? 
Við at tryggja tær, at tú hevur ein talgildan DVB-T móttakara (sí orðalista niðast), ið kann móttaka MPEG-4 (sí orðalista niðast)  áðrenn 1. september 2013. Nøkur sjónvørp hava innbygdan móttakara, á øðrum sjónvørpum er neyðugt at seta ein leysan móttakara til sjónvarpið.

Eri eg noydd/ur at at fáa mær Televarp, um eg skal síggja Kringvarpið eftir skiftið? 
Nei. Eins og Rás1 er Kringvarp Føroya ókotað á Telvarpinum. Tískil er ikki neyðugt at hava eitt hald frá Televarpinum fyri at síggja Kringvarp Føroya á talgilda sendinetinum.

Er neyðugt at skifta sjónvarpið hjá mær út? 
Um tú hevur eitt eldri sjónvarp, ið hvørki hevur scart-inngang (sí mynd) ella HDMI-inngang (sí mynd), mást tú skifta sjónvarp. Um sjónvarpið hevur scart-inngang, mást tú tryggja tær, at móttakarin hjá tær sendir MPEG-4 myndina og ljóðið út á scart-inngangin.

Tað eru fleiri sløg av móttakarum á marknaðinum, ið bert senda MPEG-4 út á HDMI-inngangin. Við scart-inngangi fært tú onga gleði av betri myndagóðsku.

Skal eg skifta antennu? 
Tú skalt brúka eina UHF-antennu (sí orðalista niðast) fyri at móttaka talgilda signalið. Hevur tú ikki eina-UHF antennu, mást tú skifta antennuna hjá tær. Tað er umráðandi, at UHF-antennan tekur rás 21 til 69.

Um sjónvarpið hjá tær hevur digitalan móttakara, ber til at seta sjónvarpið at leita, so finnur tað rásirnar, og harvið finnur tað eisini Kringvarpið. Um tú hevur eina eldri VHF-antennu (sí orðalista niðast), skal hendan skiftast út við eina UHF-antennu. Henda UHF-antenna skal kunna taka rásirnar frá 21 til 69.

Hevur tú innandura antennu, mást tú fyrst kanna, um antennan tekur allar UHF-rásirnar (frekvensur 470-870 MHz). Kanna eisini, um innandura antennan er gjørd til bæði horisontalt og vertikalt signal, og kanna eftir, hvussu signalið, har tú býrt, verður sent (sí niðan fyri). Er alt hetta í lagi, og tú framvegis onki sært, er neyðugt at skifta antennuna.

Hvussu skal antennan venda? 
Antennan skal venda móti sendaranum, tú fært signal frá, og polarisatiónin (soleiðis sum pinnarnir á antennuni skulu venda) skal vera røtt. Er talan um horisontala polarisatión skulu pinnarnir liggja vatnrættir. Er talan um vertikala polarisatión, skulu pinnarnir standa lodrættir.

Hvussu veit eg hvør polarisatiónin skal vera? 
Tú kanst hyggja eftir, hvussu antennurnar í grannalagnum venda, um tær eru vatnrættar ella loddrættar. Ivast tú framvegis, ella sær tú framvegis onki, kanst tú hyggja eftir Føroyakortinum á slóðini her: Tíðarætlan: Soleiðis verður skift

Hvar fái eg nýggja útgerð so eg síggi Kringvarpið? 
Talan er um tøkni, sum kann keypast í radio- og sjónvarpshandlum kring alt landið. Talgilda signalið verður sent við DVB-T tøkni, og móttakarin skal klára at vísa MPEG-4 rásir.

Hví er neyðugt at skifta frá analogum til talgilt? 
Analoga senditøknin er ikki tíðarhóskandi longur, og er eisini vorðin ov kostnaðarmikil at viðlíkahalda. Talgilda tøknin gevur harafturat rúmd fyri fleiri rásum uttan at brúka meira pláss í luftborna signalinum. Sendinetið verður dagført, so tað stendur mát við nýmótans tøkni.

Hvørjir fyrimunir eru við talgildu tøknini? 
Við nýggju tøknini fært tú betri mynda- og ljóðgóðsku. Munurin verður meira týðiligur, um tú framman undan bert hevur havt analoga útgerð. Harumframt gevur nýggja tøknin pláss at senda nakrar fleiri rásir, umframt møguleikan at senda rásir í High Definition-góðsku (sí orðalista niðan fyri).


Ivast tú framvegis, ella hevur tú ein spurning, ið ikki er svaraður oman fyri? Les vinarligast meira her: Hjálp


Orðalisti

DVB-T móttakari: Móttakari, ið kann móttaka talgilt sjónvarpssignal

MPEG-4: Mynda- og ljóðformat

UHF-antenna: Nýggjara slagið av sjónvarpsantennum

VHF-antenna: Eldra slagið av sjónvarpsantennum

High Definition: Hágóðska av ljóði og mynd