Um tú ikki fær sjónvarpið hjá tær at rigga, eftir at sendinetið er umlagt, hóast tú hevur fylgt vegleiðingunum, sum eru undir »Spurningar og svar«, kanst tú venda tær til Televarpið.
Serkøn fólk, ið kunnu svara tær upp á spurningar og ivamál - ið kunnu koma í kjalarvørrinum, nú skift verður til talgilda sendinetið - sita til reiðar við telefonirnar, tá skift verður í teimum ymisku økjunum.
Telefonnummarið er 340 340 (gerandisdagar frá klokkan 9 til 18)