Fyrsta stigið tikið til lutaíbúðir í høvuðsstaðnum

Fyrsta stigið tikið til lutaíbúðir í høvuðsstaðnum
Eitt áhugafelag er stovnað, og formaðurin letur væl at undirtøkuni
Hans Jacob Hermansen er formaður í Áhugafelagnum Lutaíbúðir.
 
23.02.2023 - 13:20


Í gjárkvøldið var Áhugafelagið Lutaíbúðir sett á stovn, og nú verður av álvara farið undir arbeiðið at fáa bygt lutaíbúðir í høvuðsstaðnum.

Útivið 200 fólk møttu á stovnandi fundinum, sum var í Finsen í Havn, og eini 120 til 130 fólk teknaðu seg sum limir.

Hans Jacob Hermansen, ið hevur verið talsmaður hjá teimum, ið hava tikið stig til felagið, var valdur til formann í nýggja felagnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

23022023_Hans_Jacob_Hermansen

 

Á aðalfundinum í gjárkvøldið var samtykt, at felagið skal eita Áhugafelagið Lutaíbúðir, og fimm fólk og tvey tiltaksfólk vóru vald í nevndina.

Nevndarlimirnir eru Rógvi á Rógvu, Tóra Højgaard Joensen, Sigurð Justinussen, Randi Meitil og Hans Jacob Hermansen, sum er formaður.

Tiltakslimir eru Elin Hentze og Magnus Hansen.

 

]]

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483