Á Breddanum: Eitt ár síðani russisku innrásina í Ukraina

Á Breddanum: Eitt ár síðani russisku innrásina í Ukraina
Orðaskifti verður í útvarpsstovuni millum umboð fyri allar politisku flokkarnar
Ukrainska flaggið veittrar í Tinganesi í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.02.2023 - 09:35

Fyri einum ári síðani vaknaðu ukrainar til ófrættukendu ljóðini av bumbum og sirenum. 

Tað, sum mong stúrdu fyri, var nú veruleiki.

Russiski herurin gjørdi innrás í grannalandið Ukraina. 

Ein nýggj støða var nú í Evropa. Ein støða við kríggi, og skjótt tóku evropeisku londini stig til at revsa russar. 

Enntá lítlu Føroyar máttu taka støðu til samstarvið við Russland.

Nú eitt ár seinni hyggja vit at,  hvat vit hava gjørt, og spyrja, um vit kundu gjørt meira. 

Umboð fyri allar flokkar á tingi vera í útvarpsstovuni.

Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109