Nýggjur fundur um Nato-limaskap

Nýggjur fundur um Nato-limaskap
Turkiski uttanríksiráðharrin heldur fast við, at Turkaland fer ikki at góðkenna svenskan limaskap, fyrr enn krøvini í trípartaavtaluni í Madrid eru lokin
Turkiski uttanríkisáðharrin, Mevlut Cavusoglu, og amerikanski starvsbróðirin, Antony Blinken, sum var á vitjan í Turkalandi herfyri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.02.2023 - 08:52

Nýggjur fundur millum Turkaland, Svøríki og Finnland um limaskap í Nato er ásettur at vera 9. mars. Tað upplýsir turkiski uttanríkisráðharrin.

Fundurin var útsettur eftir ósemjuna í sambandi við, at eldur var settur á koranir í Svøríki.

Fundurin verður í Brússel, sigur Mevlut Cavusoglu, uttanríkisráðharri í Turkalandi.

Hann leggur aftrat, at Turkaland undir ongum umstøðum fer at góðkenna svenskan limaskap í Nato, fyrr enn krøvini í trípartaavtaluni í Madrid eru lokin. MenTurkaland er fyri finskum limaskapi, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Fríggjadag 11. juli
RagnarRokk: Oskar Holldorff um Shards
194118
Nýggjastu sendingar í SV