Á Breddanum: Tik Tok strikast av arbeiðstelefonini

Á Breddanum: Tik Tok strikast av arbeiðstelefonini
Í sendingini verður spurt, hvat Tik Tok er, og hví henda appin skal strikast
 
02.03.2023 - 09:39

Tik Tok skal strikast av arbeiðstelefonini. 

Tað vóru skundboðini, sum KT-landsins í gjár gav starvsfólkum á almennum stovnum. Og boðini galda eisini landsins stjórn. 

Hesi boð koma í kjalarvørrinum av einum kjaki, sum hevur verið um appina TikkTokk um allan heim í seinastuni.

Vesturlendskir myndugleikar stúra fyri, at fyritøkan, sum eigur appina, letur viðkvæmar upplýsingar víðari til kinesisku myndugleikar. Tað vil siga, at appin verður brúkt at njósna við.

Men hvat er Tik Tok, er tað vandamikið, og hví skal júst hendan appin strikast?

Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815