Gildistíðin á veiðiloyvum skal leingjast eitt ár

Gildistíðin á veiðiloyvum skal leingjast eitt ár
Tryggleiki hevur stóran týdning fyri íløguhugin og fíggingarmøguleikarnar, sigur Fólkaflokkurin
Tingmanningin hjá Fólkaflokkinum.
 
07.03.2023 - 15:52

Fólkaflokkurin hevur skotið upp at leingja gildistíðina á veiðiloyvum og fiskiloyvum í bólki fimm til 1. januar í 2035, tað er eitt ár.

Veiðirættindini hava somu gildistíð sum veiðiloyvið.

Fólkaflokkurin sigur, at støðug framgongd hevur verið í fiskivinnuni, síðani sjófeingislógin varð samtykt í 2019, tí fleiri nýggj skip eru komin, og tað hevur verið við til at gera flotan meira effektivan og orkuvinarligan.

Tað er týdningarmikið, at skipanin er trygg, og at allir aktørar vita, hvat teir hava at halda seg til, soleiðis atvinnan ikki kemur í somu støðu, sum var frá 2007 til 2019.

Tryggleiki hevur stóran týdning fyri íløguhugin og fíggingarmøguleikarnar, sigur Fólkaflokkurin.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786