Tingkvinna, landsstýriskvinna og løgkvinna

Tingkvinna, landsstýriskvinna og løgkvinna
Formansskapurin í løgtinginum hevur lagt fram uppskot um at dagføra starvsheitini hjá ting- og landsstýrisfólkum
Bjørt Samuelsen, tingforkvinna, og hini í formansskapinum hava lagt fram uppskot um broytingar um starvsheiti í stýrisskipanarlógini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.03.2023 - 08:39

Tingmenn skulu nú kunna vera tingkvinnur, landsstýrismenn kunnu vera landsstýriskvinnur og løgmaður løgkvinna. 

Tað eru nakrar av teimum broytingunum, sum formansskapurin í tinginum mælir til.

Millum tey 35 uppskotini, sum vóru løgd fram á tingfundinum í gjár, var eitt frá formansskapinum, um at dagføra starvsheitini hjá ting-og landsstýrisfólkum og øðrum politiskum embætum.

 

Tvey ting skulu samtykkja broytingina

Endamálið er, at heitini í størri mun skulu avspegla dagsins talumál, har heiti verða javnsett. Samstundis verða kynsóheft heiti sett inn í lógina.Til tað krevjast broytingar í bæði ting- og stýrisskipanini.

Í sambandi við lógarbroytingina hevur formansskapurin spurt Málráðið um vegleiðing. 

Av tí at lógaruppskotið ber í sær broytingar í stýrisskipanini, fær lógin ikki gildi, fyrr enn samtykta lógaruppskotið eftir næsta val verður samtykt óbroytt av nývalda tinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521