Setrið lýkur skyldur fyri limaskapi í European Higher Education Area

Setrið lýkur skyldur fyri limaskapi í European Higher Education Area
Aðalráðið og Fróðskaparsetrið siga í felags svari, at fleiri stig skulu takast í sambandi við góðskutrygging og góðskumenning
At gerast limur í European Higher Education Area er eitt gamalt mál hjá Fróðskaparsetrinum. (Savnsmynd)
 
09.03.2023 - 11:00

Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Fróðskaparsetrið eru samd við metingarnevndina um, at Fróðskaparsetrið fult út lýkur sínar skyldur, tá tað ræður um at røkka fleiri ára gamla málinum hjá Føroyum um at gerast limur í European Higher Education Area.

Ein metingarnevnd metti Fróðskaparsetrið í fjør.

Metingarnevndin var uttanhýsis.

Aðalráðið og Fróðskaparsetrið siga í felags svari, at fleiri stig skulu takast í sambandi við góðskutrygging og góðskumenning.

Tey gera viðmerkingar um tey 20 tilmælini hjá metingarnevndini.

Báðir partar skilja eisini týdningin av at vísa í verki framhaldandi og hóskandi skilnað millum aðalráðið og Setrið samsvarandi andanum í Magna Charta Universitatum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542