Kommunurnar hava álit á landsstýrinum - enn

Kommunurnar hava álit á landsstýrinum - enn
Lønarlyft og styttri arbeiðsvika! Tað eru nøkur av lyftunum hjá samgonguni har ein partur av rokningini endar hjá kommununum
28.03.2023 - 20:00

"Enn hava vit álit á, at rokningin fyri vallyftini hjá landsstýrinum ikki endar hjá kommununum". Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum nú landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er komin við leisti fyri hvussu kommunurnar skulu fáa endurgjald fyri tær útreiðslur og mistu inntøkur, ið ætlanirnar hjá landsstýrinum hava við sær hjá kommununum.

Vallyftini skulu fíggjast og tí fer landið nú at taka meira inn í tilfeingisgjaldi frá ali- og fiskivinnuni. Men eisini í hesum føri endar ein partur av rokningini hjá kommununum. Kommunurnar skulu tí hava ein part av tilfeingisgjaldinum frá ali- og fiskivinnuni sigur landsstýrið. Men hvussu skulu hesir pengarnir deilast millum kommunurnar? 

Eitt er at tað verður trupult hjá kommununum at semjast um hvussu pengarnir skulu býtast, men eitt annað er at kommunurnar enn ikki vita júst hvussu nógvar pengar talan er um.  

Tey broyttu uppskotini eru borðin í Løgtingið og skulu helst til 1. viðgerð í hesi vikuni. Tað váttar Ruth Vang landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fyri Kringvarpinum í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328