Sí myndirnar: Snotiliga Fiskastykkið sigur søguna

Ytst í Sandavági standa eini gomul, søgulig hús.

So uttarlaga standa húsini, at partar av teimum hanga út yvir sjálva gjónna.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Úti á Gjógv eitur staðið, har Fiskastykkið í Sandavági húsast. 

Upprunaliga bleiv fiskurin bara turkaður uttandura á sjálvum fiskastykkinum frammanfyri.

Men við tíðini bar eisini til at turka fiskin inni í Pakkhúsinum. 

Gamla Pakkhúsið frá 1912 er bæði umvælt og útbygt seinastu tíðina, so tað nú kann hýsa alskyns nútímans virksemi, eitt nú fundum, ráðstevnum og tiltøkum annars.

Tað eru Kontrast arkitektar við Mayfinn Norðoy á odda, ið hava staðið fyri arbeiðinum at umvæla og útbyggja Pakkhúsið á eggini. 

Úti á Gjógv kallast hesin nýggi parturin, sum er lagstur aftur at Fiskastykkinum, og Jónleyg Joensen, høvuðsleiðari, fegnast um víðkaðu møguleikarnar. 

"Betri útsýni fæst ikki, og tað frøir okkum at kunna bjóða fólki meira enn bara nøkur fundarhøli og góðan mat, tí umhvørvið her úti á Gjógv er nú eisini ein týðandi partur av upplivingini."

Fleiri svalar gera tað gjørligt at ganga út yvir sjálva gjónna og hyggja niður og inn í gjónna.

Aerosmith sangurin "Livin' On The Edge" kennist onkursvegna meira viðkomandi her enn so nógva aðrastaðni. 

Hugni gjøgnumsúrgar alt virksemið í Fiskavirkinum og Úti á gjógv í Sandavági, og alt sprettur úr upprunaliga fiskavirkseminum í húsinum og økinum annars.

Í Fiskastykkinum leggja tey dent á, at alt, ið tey borðreiða við, tekur støði í nærumhvørvinum.

Í roynd og veru tekur tað støði í øllum tí, ið forfedrarnir ótu, og sum var tað, ið havið og hagin kundi bjóða.

Sjálv djúsið verður gjørt úr føroyskum rabarbum. 

Lokala søgan um Sandavág sum fiskivinnubygd og útflytari av klippfiski gongur eisini aftur í rættunum, ið verða borðreiddir í Fiskastykkinum. Rættirnir eru ein samanrenning millum staðbundið tilfeingi og altjóða matmentan.

Á Fiskastykkinum hava tey eisini lagt dent á, at brúka føroyska framleiðslu í so stóran mun sum yvirhøvur tilber. Eitt nú eru borðiskar, súpiskálir og annað føroysk framleiðsla. Tað eru lampuskermarnir eisini. 

Umframt at gagnnýta føroyska framleiðslu, so hava tey, ið eiga og reka Fiskastykkið og Úti á gjógv, eisini lagt seg eftir at brúka nógv av tí, sum var í Pakkhúsinum, tá ið tað var yvirtikið.

Á tann hátt gongur søgan upprunaliga fiskavirksemið í húsinum aftur allastaðni. .

Rammurnar, ið vórðu brúktar til at turka fiskin í, eru brúktar til at byggja eitt høgt caféborð í Turkiloftinum. 

Eisini í køkinum leggja tey seg eftir, um tað yvirhøvur ber til, at brúka føroyskar rávørur til alt, ið tey borðreiða við. 

Og alt, ið tey borðreiða við, verður gjørt frá grundini. 

"Eg avloysi eina, ið er í barsil, men hetta er ein fantastiskt stað at arbeiða," sigur Beinta Gudmundsen, leiðari á Fiskastykkinum, ið her hjálpir til við uppvaskinum. 

Beinta er sjálv ættað úr og býr í Sandavági. 

Vár Gregersen, ið er dóttir Eydnu og Atla Gregersen, sum eiga Fiskastykkið og Úti á Gjógv, hevur lisið mentanarfrøði.

Hon hevur granska nógv í søguni hjá Pakkhúsinum úti á Gjógv, og hevur staðið fyri at tryggja, at søgan verður søgd runt í bygningunum.

Gongin millum matstovna Fiskastykkið og nýggja partin Úti á gjógv er hugsað sum ein smøl gøta úr einum Miðalhavslandi, har gluggarnir eru innrættaðir sum sýnisgluggar ofta eru í Miðalhavslondum. 

Høvuðsinngongin leiðir inn í gongina - ella gøtuna - millum Úti á Gjógv vinstrumegin og Fiskastykkið høgrumegin. 

Alt virksemið, ið var í gamla Pakkhúsinum, knýtti seg at havinum, sum er nærmasti granni hjá bygninginum, sum liggur við bátahylin í tí gamla og sjarmerandi partinum av Sandavági. 

Allastaðni hanga myndir, ið siga søguna um upprunaliga fiskavirksemið, sum var í Pakkhúsinum. 

Jónleyg Joensen, høvuðsleiðari, vísir á, at søgan hjá staðnum eisini er skrivað á veggirnar runt í gamla Pakkhúsinum, sum nú verður rópt Úti á Gjógv. Her í Fiskakjallaranum. 

Nógv er gjørt burtur úr at navngeva øll fólkini, sum eru á myndunum, ið hanga uppi í Úti á Gjógv.

Her hevur Jónleyg Joensen fingið eyga á ommu sína á einari mynd. 

Nógvir rútar eru ymsastaðni kring í bygningini, sum á ein ella annan hátt vísa til upprunaliga virksemið í húsinum. 

Her sæst ein toskur í einari av upprunalig turkirammunum niðri í Fiskakjallaranum. 

Upprunaliga var opið millum allar hæddirnar, so fiskur kundi hivast úr fiskakjallaranum upp til pakkirúmið og heilt á turkiloftið og niðuraftur.

Hetta opið bindur nú bygningin saman, tí rútar eru lagdir í, har lemmarnar fyrr vóru. 

So at siga alt, ið verður brúkt sum innbúgv ella til at prýða Fiskastykkið og Úti á Gjógv, vísir til fiskavirksemið, sum staðið og bygningarnir eru grundlagt á. 

Við nútímansgerðini afturi í 1930’unum bar til at turka fiskin við at brúka motordrivnar maskinur.

Gamla viftan, ið blásti luft runt í húsinum, er varðveidd. 

Stílurin inni í bæði Fiskastykkinum og Úti á Gjógv er ráur og modernaður, men ber eisin brá av, at bygningarnir upprunaliga vóru vinnubygningar. 

Tað verður gjørt klárt til móttøkuna í sambandi við, at Úti á Gjógv verður tikið alment í brúk. 

Síðstu fínpussingarnar verða gjørdar, áðrenn gestirnir koma. 

Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Her er Vár Gregersen í holt við síðstu prýðini, ið skulu heingjast upp á veggirnar. 

Eisini nýggj og modernað list prýðir bygningin Úti á Gjógv, men hon vísir eisini til fiskavirksemið, ið plagdi at vera í bygninginum. 

Vár Gregersen í trappuuppgongdini, sum tykist hanga í leysari luft, tí hon er sum bygd inn í gjónna. Henda trappa leiðir fólk niður og upp í tey ymisku hølini.

"Nógv fólk, ið hava starvast her í bygninginum, eru enn á lívi, og tað er hugtakandi at hoyra tey greiða frá virkseminum, ið var her á staðnum," greiðir Vár Gregersen frá. 

Pakkhúsið hevur staðið í 110 ár, men í nógv ár hevur bygningurin staðið tómur. Hetta hevur drigið ungdómar at sær, ið hava sproytað veggjakrutl á veggirnar.

Eisini veggjakrutlið er varðveitt í royndini at siga alla søguna um gamla Pakkhúsið úti á Gjógv. 

Gomlu turkikømrini upp á Turkiloftinum eru umbygd til fundarhølir. Gomlu hitarørini, sum vóru brúk til at turka fiskin við, hanga enn uppi í hølunum. 

Eitt listaverk eftir Titu Winther, listakvinnu, hongur í Turkiloftinum.

"Eg haldi, at vit hava kulasta vesi í landinum," sigur Jónleyg Joensen, høvuðsleiðari, við einari blanding av álvara og gaman, meðan hon er á veg inn í gamla Motorrúmið, ið er varðveitt. 

Rúmið, har vesið er í dag, var áður brúkt til at hýsa motorinum og oljutanganum. Motorurin, ið fyrr syrgdi fyri at dríva maskinurnar, sum turkaðu fiskin, sæst inni í Motorrúminum. 

Eyðkendi oljulukturin sker enn í nasagluggarnar, tá ið tú trýnir inn á vesið.

"Lukturin fer ongantíð burtur," staðfestir Jónleyg Joensen, høvuðsleiðari. 

Pakkhúsið er rættiliga kringlutt at finna runt í, so tað er umráðandi við góðum merkingum. 

Úti á Gjógv er á tremur við smálutum, ið gera húsið sera spennandi at uppihalda seg í, eitt nú er gamla bukkan eisini varðveidd inni á vesinum. 

Jónleyg Joensen, høvuðsleiðari, og Beinta Gudmundsen, leiðari á caféini Fiskastykkið, leggja saman ráð. 

"Víðkaðu møguleikarnir, ið vit hava fingið við Úti á Gjógv, gera, at hettan nú er meira eitt mentanarhús enn bara ein café og nøkur fundarhølir. Vit kunnu hýsa konsertum og tiltøkum av alskyns slagi," staðfestir Jónleyg Joensen. 

Um vikuskiftið var víncafé á Turkiloftinum, og annars eru fleiri konsertir eisini á skránni. 

Veggirnir í Pakkirúminum eru prýddir við gomlu rammunum, sum fiskurin var lagdur í, tá ið hann bleiv turkaður. 

Pakkirúmið hóskar seg til smærri ráðstevnur og størri fundir, vísir Jónleyg Joensen á.

Ein svali við útsýni yvir gjónna og alt Miðvágslandið fer beinleiðis úr hølinum.

Tíðin nærkast til gestirnir koma til móttøkuna í sambandi við, at umvældu hølini eru liðug. 

Er kopiera