VIDEO: Rundtúrur Úti á Gjógv í Sandavági

VIDEO: Rundtúrur Úti á Gjógv í Sandavági
Úti á Gjógv eitur staðið, har Fiskastykkið í Sandavági húsast. Nú er gamla Pakkhúsið frá 1912 eisini umvælt og kann brúkast til fundir, ráðstevnur og tiltøk
Bjarni Árting Rubeksen
Jónleyg Joensen, høvuðsleiðari á Fiskatykkinum og Úti á Gjógv, vísir elduhugað runt
05.04.2023 - 20:00

"Hetta er nú meira eitt mentanarhús enn bara ein café," sigur Jónleyg Joensen, høvuðsleiðari á Fiskastykkinum og fyri umvælda Pakkhúsinum í Sandavági, sum hevur fingið navnið Úti á Gjógv.

Gamla Pakkhúsið frá 1912 er bæði umvælt og útbygt seinastu tíðina, so tað nú kann hýsa alskyns nútímans virksemi, eitt nú fundum, konsertum, ráðstevnum og tiltøkum annars.

Tað eru Kontrast Arkitektar við Mayfinn Norðoy á odda, ið hava staðið fyri arbeiðinum at umvæla og útbyggja Pakkhúsið á sjálvari eggini. 

Kom ein rundtúr Úti á Gjógv við Jónleyg Joensen, høvuðsleiðara. 

Sí eisini myndirnar, ið myndamaður Kringvarpsins, Bjarni Árting Rubeksen, tók av Fiskastykkinum og Úti á Gjógv. 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328