Hampilig úrslit til Danish Open

Hampilig úrslit til Danish Open
Føroysku svimjararnir rukku ongari A-finalu, men nøkur góð úrslit vóru kortini til Danish Open
Trettan føroyskir svimjarar hava kappast til Danish Open
Mynd: Rúni Gaardbo/SSF  
 
06.04.2023 - 11:17

Føroysku svimjararnir svumu seg ikki í nakra A-finalu, men einstøk góð úrslit vóru kortini til Danish Open, sum hevur verið síðstu dagarnar.

Elisabeth Erlendsdóttir átti besta avrikið, skrivar svimjing.com. Við tíðini 29.94 í 50 metra ryggsvimjing fekk hon 731 FINA stig, sum eisini var undir gullnálakravtíð.

Lea Osberg Højsted setti føroyskt met og juniormet, tá ið hon í 50 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 34.01 og 639 FINA stig.

Besta úrslitið hjá monnum átti Líggjas Joensen, tá ið hann í 400 frí svam seg til úrslitið 4:08.06 og 698 FINA stig. Hetta var undir kravtíðina til evropameistaraheitini fyri U23-aldursbólkin.

 - Danir eru snøgt sagt runnir frá okkum her; men er tað tá gott at síggja, at okkara tó so svumu upp til og betri enn sítt til nú besta, tekur svimjing.com saman um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541