Tunnilsmálið: Viðger onga kæru um innlit fyribils

bannari
Tunnilsmálið: Viðger onga kæru um innlit fyribils
Hóast umboðsmaðurin hevur fingið fýra kærur um, at innlit ikki verður givið í sáttmálan um Eysturoyartunnilin, fer hon ikki at viðgera kærurnar, fyrr enn tingið er liðugt at viðgera málið.
 
13.09.2013 - 11:51

Løgtingsins Umboðsmaður hevur fingið fýra kærur um avgerðirnar hjá Innlendismálaráðnum og Løgmansskrivstovuni um at sýta innlit í málið um sáttmálan, sum er gjørdur við Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin.

Men tey, sum hava kært, skulu ikki vænta nakra avgerð fyribils, tí Umboðsmaðurin hevur avgjørt, at hon tekur ikki støðu til, um kærurnar skulu viðgerast, fyrr enn úrslitið av tingviðgerðini er greitt.

Kann ávirka viðgerðina

Í grundgevingunum sigur Sólja í Ólavsstovu, umboðsmaður, "at tað kann ikki útilokast, at niðurstøðan av eini umboðsmannaviðgerð kann ávirka tingviðgerðina á ein slíkan hátt, at tað onga meining gevur hjá løgtinginum at halda fram at viðgera uppskotið."

- Eg meti ikki, at tað er rætt, at umboðsmaðurin setir embætið ella løgtingið í eina slíka støðu. Eg havi tí avgjørt at útseta eina nærri støðutakan til viðgerðina av klagunum, til úrslitið av tingviðgerðini er greitt, sigur Sólja í Ólavsstovu, umboðsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311