Góðan morgun Føroyar

Marita Dalsgaard er við í True Detective hjá HBO
14-04-2023
Sjónleikarinnan Marita Dalsgaard hevur spælt saman við heimskendu sjónleikarinnuni Jodie Foster í fjórðu sesongini av True Detective

Fjórða sesongin í røðini True Detective kemur út á HBO Max seinni í ár. Tá er føroyingurin Marita Dalsgaard við.

Á Facebook síðu sínari skrivar Marita soleiðis:

"Trúgvi hon, ið trúgva vil, men eg havi altso spælt saman við Jodie Foster, so um tey ikki hava klipt meg heilt út, so daga vit undan kavarokinum einaferð í heyst. At hava skift replikkir við Jodie, hvat meira kann ein sjónleikarinna ynskja sær?"

Marita Dalsgaard greiðir frá, at tað var ein stór og stuttlig uppliving. Hon var í Íslandi í 10 dagar, har upptøkurnar vóru, og framleiðslan var sera professionell.

Hon fær ikki sagt so nógv um leiklutin hjá sær, og hon veit heldur ikki sjálv, hvussu nógv av tí verður við, tá ið røðin kemur út.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026
Bróstkrabbi, Janus Rasmussen
08-10-2026
Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, veðrið
08-10-2026
Sjónvarpsrøður, bannaðar bøkur
07-10-2026
Prát og veðrið
07-10-2026
Svimjisambandið hevur fingið nýtt forfólk og virkið heyst er í Klaksvík
06-10-2026
Vit hava samband við okkara mann í Kazakhstan og veðurstovu Føroya
06-10-2026
Skynsom talgilding, Ráðið fyri ferðslutrygd 50 ár
05-10-2026
Prát og veðrið
05-10-2026
South Border, Suni Merkistein
02-10-2026
Prát og veðrið
02-10-2026