Góðan morgun Føroyar

Her mennast børn í stuttleika
14-04-2023
Tað kann gott vera, at tað sær út sum eitt spæl, men eitt fak og ein útbúgving eru aftanfyri.

Bóltabað, madrassur, trampolinir, rimar, hoppibóltar og leikur í longum røðum. Hetta eru amboðini, sum barnaergoterapeutarnir á Tinghúsvegnum brúka í sínum dagliga virki, tá ið tey skulu hjálpa børnum, sum hava serligan tørv við at klára seg í gerandisdegnum.

Her koma børn við alskyns avbjóðingum, har summar bert krevja nakrar fáar vitjanir, meðan onnur børn, ið til dømis bera varandi brek, ganga eina ferð um vikuna, líka til tey gerast 18 ár og tí vaksin.

- Tað kann gott vera, at hetta sær út sum ein spælistova, men tak ikki feil. Hetta er ikki spæl, tí tey børn, sum koma inn her, verða sædd ígjøgnum linsuna á einum professionellum, sum kannar menning í øllum frá sansum og nevrologi til nervalag, sigur Ida Lón, ein av barnaergoterapeutunum á stovuni.

- Børn vilja fegin spæla, og um okkurt er, sum tarnar teimum, so tey ikki fáa spælt, so skulu vit inn at hjálpa, so hetta barnið betri megnar sín gerandisdag, sigur Unn Thomsen, leiðari.

At børnini í dag hava aðrar avbjóðingar enn tey høvdu fyri nøkrum árum síðan, kenna starvsfólkini her alt til.

- Í dag skal alt ganga so skjótt. Nógv av børnunum hava ikki bindindi til at gera eitt spæl liðugt, áðrenn tey vilja í holt við tað næsta. Í hesum føri mugu vit tí læra tey at halda fast í tí tey gera, til komið er á mál, áðrenn mann byrjar upp á okkurt nýtt, sigur Anna Lamhauge, barnaergoterapeutur.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Skynsom talgilding, Ráðið fyri ferðslutrygd 50 ár
05-10-2026
Prát og veðrið
05-10-2026
South Border, Suni Merkistein
02-10-2026
Prát og veðrið
02-10-2026
Sangur til oyggjaleikir, og anleggsgartnarar
01-10-2026
Prát og veðrið
01-10-2026
Rekamaðurin, Hans Ellefsen
30-09-2026
Prát og veðrið
30-09-2026
Føðingardagshagtøl og veðrið
29-09-2026
Norðurlendskur kokkadystur, náttúrugrundaðar loysnir
28-09-2026
Prát og veðrið
28-09-2026