Góðan morgun Føroyar

Ófólkalig brodering
14-04-2023
Veggjaprýðið er litríkt, fagurt, broderað og vorðið eitt klandursevni á Facebook, tá ið Barbara setti síni verk til sølu á Rótikassanum

- Eg havi gjørt soleiðis, at mann ikki kann viðmerkja. Eg tími ikki tað roksið aftur. Um mann er áhugaður í at keypa, kann mann senda mær eini persónlig boð. Um mann er áhugaður í at siga sína meining, kann mann eisini senda mær persónlig boð.

Soleiðis skrivaði Barbara Krossteig fyrr í vikuni, tá ið fólk høvdu niðrandi viðmerkingar um veggjaprýðini, sum hon seldi og um hana persónliga

Veggjaprýðið kallar hon Ófólkalig brodering, sum er eitt veggjaprýði við blómum, litum og banniorðum á.

Barbara upplivdi, at fólk blivu óð av hesum. Tey viðmerktu undir uppslagnum, og skjótt bleiv tráðurin grovur. Hetta elvdi til, at hon mátti gera so, at tað ikki var møguligt at viðmerkja longur.

- Fólk mugu gjarna hava eina meining um tað, sum eg geri, men tað bleiv ógvusligt, sigur Barbara Krossteig, ið leggur afturat, at hon bleiv skelkað, tá ið hon sá, hvussu mong viðmerktu, og hvat tey skrivaðu.

Á Rótikassanum eru yvir hundrað viðmerkingar. Fólk tosa ljótt um ta ófólkaligu broderingina, men tað hevur ikki steðgað søluni hjá Barbaru, sum brúkar peningin upp á ADHD heilivág.

 

 

 

 

 

 

 


 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
South Border, Suni Merkistein
02-10-2026
Prát og veðrið
02-10-2026
Sangur til oyggjaleikir, og anleggsgartnarar
01-10-2026
Prát og veðrið
01-10-2026
Rekamaðurin, Hans Ellefsen
30-09-2026
Prát og veðrið
30-09-2026
Føðingardagshagtøl og veðrið
29-09-2026
Norðurlendskur kokkadystur, náttúrugrundaðar loysnir
28-09-2026
Prát og veðrið
28-09-2026