Byggja fóðurflaka til íslendskt alivirki

Byggja fóðurflaka til íslendskt alivirki
JT Electric, sum hevur broytt navn til Gro Aqua, og íslendska felagið Háafel hava ment fóðurflakan
Flakin er umhvørvisvinarligur, hann brúkar minni orku og hevur minni gang enn aðrir slíkir flakar.
Mynd: Háafell  
 
19.04.2023 - 10:01

JT Electric skal byggja ein fóðurflaka til íslendska alivirkið Háafell. Hann skal vera liðugur í august, skrivar Morgunblaðið.

Talan er um nýtt slag, sum JT Electric og Háafell hava ment saman.

Flakin er umhvørvisvinarligur, hann brúkar minni orku og hevur minni gang enn aðrir slíkir flakar, sigst.

Hann tolir stóra aldu, heilt upp í 11 metrar. Háafell er á Vestfirðunum.

 

Tekur 480 tons

Fóðurflakin skal taka 480 tons av fóðri. Hann verður eisini innrættaður at taka fimm tons av fóðri til rognkelsi. Tann fiskurin verður brúktur til at taka laksalýs. 

Flakin kann brúka landstreym, og hann fer at hava battarí til streym.

Hann fóðrar við sjógvi í staðin fyri, at fóðrið verður blást út í ringarnar. 

JT Electric boðaði frá í gjár, at fyritøkan broytir navn til GroAqua. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890