Løgreglan skal handtaka ákærdan mann

Løgreglan skal handtaka ákærdan mann
Maðurin møtir ikki í rættinum, og tí er eitt mál um rán og harðskap aftur útsett
Rætturin hevur nú givið boð um, at ákærdi maðurin verður handtikin. Og so verður rættarfundur ásettur. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
19.04.2023 - 14:37

Aftur hesa ferð kom tann eini ákærdi ikki í rættin, so málið er aftur útsett. 

Málið móti fýra ungum fólkum, tveimum kvinnum og tveimum monnum, sum eru ákærd fyri rán við at brúka harðskap, helt fram í Føroya mánadagin. 

Týsdagurin var eisini settur av, men málið er úsett eins og í februar, tá tað eisini var í Føroya rætti.

 

Skal handtakast

Orsøkin er, at tann eini ákærdi maðurin kemur ikki í rættin. Hann skuldi handtakast sunnudagin, men tá var hann í Danmark.

Rætturin hevur nú givið boð um, at maðurin verður handtikin. Og so verður rættarfundur ásettur.

Ikki ber til at geva fráverudóm í hesum førinum, tí kravið hjá ákæruvaldinum er minst eitt árs fongsul.

 

Nokta seg sek

Fólkini, sum eru fødd ávikavist í 1998, 2001 og 2004, nokta seg sek.

Fólkini eru ákærd fyri við harðskapi at noyða ein mann at flyta sær pengar.

Hendingin var á einum gistingarhúsi í Havn í apríl 2021.

Ákærin fer at krevja treytaleysa fongsulsrevsing.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096