Koyrikortið verður talgilt

Koyrikortið verður talgilt
Nýggj app verður tikin í nýtslu í dag
Koyrikortið verður partur av nýggju appini, sum fer at eita Skjáttan.
 
20.04.2023 - 08:51

Nýggja appin, Skjáttan, sum millum annað hýsir talgildum koyrikorti, verður alment tikin í nýtslu fyrrapartin í dag.

Talgildu Føroyar og Fíggjarmálaráðið skipa fyri tíðindafundi klokkan 10.

Har fara Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, og Andras Robertsson Marr, stjóri á Akstovuni, at greiða frá arbeiðinum at menna Skjáttuna.

Síðani fer landsstýriskvinnan í fíggjarmálum at taka appina alment í nýtslu.

Skjáttan er eitt nýbrot í føroyskari talgilding. Til dømis kunnu flestu prógv og loyvi frá almennum myndugleikum, stovnum og kommunum gerast partur av appini, siga Talgildu Føroyar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401