Taka saman um samráðingarnar í næstu viku

Taka saman um samráðingarnar í næstu viku
Semingsstovnurin er komin upp í sáttmálatrætuna millum Flogskiparafelagið og arbeiðsgevararnar
Sáttmálin hjá flogskiparunum, sum var, kom í 2019. Hann vardi til 1.apríl í ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.04.2023 - 13:04

Nakrir dagar ganga enn, áðrenn Semingsstovnurin fer at taka saman um í sáttmálatrætuni millum Flogskiparafelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag.

Samráðingarnar millum flogskiparar og arbeiðsgevarafelagið, sum Atlantic Airways er í, slitnaðu fyri páskir, og Semingsstovnurin var boðsendur.

Semingsroyndin byrjaði týsmorgunin í síðstu viku.

Fyri einari viku síðani settu partarnir ein arbeiðsbólk, sum skal arbeiða við at loysa nakrar knútar, sum ósemja er um.

 

Terje Sigurðsson, semingsmaður.

 

Semingsuppskot klárt

Semingsstovnurin hevur annars eitt semingsuppskot liggjandi.

Men ikki er vist, at brúk verður fyri tí, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður.

Hann sigur, at enn ganga nakrir dagar, til Semingsstovnurin tekur saman um. Tað verður helst eina ferð í næstu viku, sigur hann.

Sáttmálin hjá flogskiparunum, sum var, kom í 2019. Hann vardi til 1.apríl í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096